Danstein





Um Danstein

Søgan um Danstein Føroyar byrjar við, at hjúnini handan fyritøkuna í 1985 mistu eina dóttir. Nakað eftir hetta vóru tey í Holbæk og ferðaðust. Tey høvdu eina tíð leitað eftir einhvørjum hóskandi minnismerki at seta yvir dóttrina og vitjaðu tí fyritøkuna Stenhuggeriet. Henda fyritøka er elligomul. Hon brúkar eisini navnið Danstein í síni marknaðarføring.


Vitjanin hevði so við sær, at tey bíløgdu stein frá fyritøkuni, og fólk haðani kom til Føroya at seta hann upp. Stjórin í fyritøkuni var í hesum sambandi her og eygleiddi arbeiðið. Hann gjørdist stak hugtikin av landi og fólki og heitti á tey bæði um at fara undir at selja gravsteinar í Føroyum.

 

Tey tóku so stig til virksemi. Føroyskt partafelag við heitinum P/F Danstein við heimstaði í Runavík varð sett á stovn, og felagið hevur øll árini verið rikið sum sjálvstøðugt føroyskt felag.


Hesi árini hava tey selt og sett upp gravsteinar um allar Føroyar. Steinar og handfaring í samband við tilfar, sniðgávu og uppseting eru altíð eftir kundans ynski og í samskifti við hann.


Í dag hevur fyritøkan deild á Marknagilsvegi 86 í Havn. Talan er um samstarv við fyritøkuna Gravarhjálp við Herman Eysturoy.


Hjá Danstein arbeiða í dag tvey fólk við uppseting og eitt á skrivstovuni.